top of page

Treytir fyri ferðir keyptar frá 4-3-3

 

Treytasamtykki

Tá kundi bíleggur vøru ella tænastu frá 4-3-3, góðtekur kundin treytirnar niðanfyri.

 

Iðranarrættur

Kundin hevur ongan iðranarrætt, uttan so at annað er avtalað og skrivliga viðmerkt á ordraváttan og/ella rokning, og tí er ikki møguligt at fáa endurgjald fyri vøru/tænastu, tá hon er keypt.

 

Gjald

Gjaldast skal við bankaflyting. Fulla upphæddin skal gjaldast við bílegging, uttan so at annað er avtalað.

 

Depositum (undangjald)

Fyri tær ferðir, har depositum skal gjaldast fyrst – t.d. bólkaferðir, har helvtin verður goldin fyrst – verður depositum ikki afturrindað, um kundin velur at avlýsa ella ikki gjalda restupphæddina rættstundis.

 

Fyrivarni fyri prísbroytingum og útseldum vørum

Aftan á ein vøra/tænasta er bíløgd, kann tað koma fyri, at prísir hjá undirveitarum broytast, ella at vøran/tænastan er útseld. Í slíkum førum skila vit okkum rætt til at strika bíleggingina ella bjóða hana við broyttum treytum.

 

Broyting í bílegging

Tað er ikki møguligt at broyta ella avlýsa eina bílegging, tá hon er goldin, uttan so at annað er avtalað. Stendst meirkostnaður av einari broyting, skal kundin rinda meirkostnaðin, og skal upphæddin vera á konto hjá 433, áðrenn broytingin verður framd.

 

Broyting av dato fyri tiltak

Verður tiltakið, sum er endamálið við ferðini, óvæntað avlýst ella flutt – t.d. ein fótbóltsdystur – kann 433, sum meginreglu, ikki veita endurgjald fyri ferðina, herundir billettir, hotelluppihald, flutning v.m. Tó hevur kundin altíð rætt til at gera brúk av flogferðaseðlum, hotelluppihaldið v.m., um hann ynskir tað.

 

Levering av billettum

Kundin fær vanliga billettina til tiltakið nakrar dagar áðrenn tiltakið byrjar, í summum førum tann dagin tiltakið byrjar. Billettir eru ymiskar frá tiltaki til tiltak, og tí kunnu tær leverast í fylgjandi formatum: E-billett, farbillett, pappírsbillett. Er talan um pappírsbillett, kann koma fyri, at kundin skal heinta billettina á stadion, á hotellinum ella øðrum, sentralum staði.

 

Hotellupplýsingar

Aftan á bílegging av ferð, fær kundin allar neyðugar upplýsingar um hotellið. Í summum býum – t.d. Rom, Milan, Berlin, Paris – krevja myndugleikarnir býavgjald fyri ferðandi, sum liggja nátt. Hetta avgjald skal gjaldast av kundanum og er ikki umfatað av prísinum hjá 433.

 

Kundans ábyrgd

 

- Rætt navn á ferðaseðli

Kundin hevur ábyrgd av at geva 433 røtt og full nøvn á øllum ferðandi. Nøvnini skulu altíð samsvara við tað, sum stendur í passinum. Hevur kundin upplýst skeivt navn, átekur 433 sær onga ábyrgd av trupulleikum, ið standast av hesum, herundir meirkostnaði, avvísing við gate v.m.

Tað er kundans ábyrgd at eftirkanna ferðaseðlar, beinanvegin hann móttekur teir.

 

- Pass og visum

Tað er altíð ábyrgdin hjá tí ferðandi at syrgja fyri, at pass og visum eru í lagi í mun til galdandi reglur og lóggávu í tí landi, ið ferðast verður til.

 

- Møta í góðari tíð

Ferðandi hevur ábyrgd av at møta í góðari tíð, verið tað seg til tiltak, flogferð, buss v.m., og kann 433 ikki veita endurgjald fyri meirkostnaði í hesum sambandi.

 

- Trygging

Tað er ábyrgdin hjá ferðandi at syrgja fyri, at ferðatrygging og avlýsingartrygging er teknað.

 

- Koppseting

Eru koppsetingarkrøv galdandi í landinum, sum ferðast verður til, er tað altíð kundans ábyrgd at syrgja fyri, at hesi krøv verða uppfylt.

 

- Atburður hjá ferðandi

433 hevur ikki ábyrgd av atburðinum hjá ferðandi, hvørki á stadion, hotelli ella aðrastaðni. Verða galdandi reglur á stadion ella líknandi ikki hildnar, er tað uttan undantak kundans ábyrgd. Dømi um atburð, ið vanliga ikki er loyvdur: Óhóskandi atburður, ov høg promilla, ikki-yvirhildin “dresscode” v.m.

 

Avlýsing í sambandi við serligar hendingar/støður

Um ein ferð heilt ella partvíst ikki kann fremjast orsakað av ferðaavmarkingum, stongdum landamørkum, sóttarhaldskrøvum, verkfalli, farsótt, kríggi ella øðrum hendingum, rindar 433 einans endurgjald fyri ferðina, um 433 hevur møguleika at fáa endurgjald frá sínum undirveitarum.

 

Ábyrgd í sambandi við ferðaseðlar o.a.

433 keypir billettir, flutning, uppihald v.m. frá flogfeløgum, hotellum og øðrum. Tað eru altíð hesir veitarar, ið hava ábyrgdina av, at kundin fær sína vøru. Um ein veitari ikki leverar vøruna, og talan er um støðu, sum 433 onga ávirkan hevur á, kann 433 ikki ábyrgdast og/ella veita endurgjald.

 

Húsagangur (konkurs)

433 kann ikki ábyrgdast, um t.d. eitt flogfelag fer á húsagang. Ferð verður í hesum føri ikki endurrindað. Tað sama er galdandi fyri aðrar vørur/veitarar, t.d. hotell, flutning, bilettveitarar og onnur feløg. 433 kann undir ongum umstøðum veita endurgjald í sambandi við húsagang.

​

​

Melda til tíðindabræv

Takk fyri, at tú skrivaði teg upp :-)

bottom of page